top of page
  • Facebook Firum
  • Instagram Firum
  • LinkedIn Firum
  • X Firum
  • YouTube Firum

Gransking sum hevur týdning fyri alivinnuna

Vitan til
varandi
aling

Hvar

Tórshavn,
Hotel Hilton Garden Inn

Nær

06.

november

2026

Samstarva tvørtur
um fakmørk
og leggja fram
nýggjastu
granskingarúrslit

Tað er Firum, sum skipar fyri ráðstevnuni, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna í Føroyum.

 

Ráðstevnan vendir sær serliga til granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.

Fyrsta ráðstevnan í 2021 var væleydnað og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum, so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.

​​

Ráðstevnan verður skipa soleiðis at granskarar og onnur áhugaði, kunnu senda uppskot um framløgur (abstrakt) til fyriskipararnar. Síðani gjøgnumgongur ein vísindanevnd innkomin uppskot og leggur ráðstevnuna til rættis.

"Vitan er hornasteinurin, sum tryggjar eina varandi alivinnu í Føroyum"

Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Firum

IMG_8417 4.HEIC

Innlating av abstrakt

Longu nú er møguligt at senda ein samandrátt (abstrakt) inn og møguleikin stendur við til  umleið hálvan september 2026.

Lat inn abstrakt til ráðstevnuna Vitan til varandi aling | VTVA 2026, sum verður tann 6. november 2026, á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn.

Vegleiðing til abstrakt:

  • Evni á framløguni.

  • Høvundur. Fyrsta navnið er framleggjarin.

  • Í mesta lagi 400 orð tilsamans, á einari síðu.

  • Send abstrakt inn sum word ella pdf fíla.

Samandrátturin (abstrakt) verður síðani mettur av skikkaðum granskarum og so verður mett um pláss er fyri framløguni á ráðstevnuni.  Væntast kann at umsøkjarin fær svar innan 8. oktober 2026.

Vísindanevndin er mannað av:

  • Unn Laksá, Sjókovin

  • Eilif Gaard, Havstovan

  • Debes H. Christiansen, Heilsufrøðiliga starvsstovan

  • Bárður Joensen, Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum

  • Ása Johannesen, Firum

Spurningar

Eru spurningar ella ivamál um evnið ella ráðstevnuna, vinarliga set teg í samband við fyriskipararnar av ráðstevnuni á t-post info@firum.fo ella á telefon 77 47 62.

Longd á framløgu
10 min.
20 min.

Hvussu nógva tíð metir tú at framløgan tekur?

*. Bert .pdf .doc ella .docx fílur kunnu viðfestast.


Saman tryggja vit eitt betri grundarlag fyri føroysku alivinnuni

IMG_8540 4.HEIC
IMG_8444 4.HEIC
IMG_8504 4.jpg

Melda teg til ráðstevnuna Vitan til varandi aling | VTVA 2026 her

IMG_5989.JPG

Sig okkum tína meining

Tað hevur stóran týdning at ráðstevnan er tíðarhóskandi og viðkomandi fyri alivinnuna, myndugleikar og onnur, ið hava við vinnuna at gera.

Tí vilja vit, ið varða av Vitan til varandi aling | VTVA ráðstevnuni, fegin hoyra frá tær!

  • Hvat dámdi tú best frá fyrrverandi ráðstevnum?

  • Hvat saknar tú frá fyrrverandi ráðstevnum?

  • Hvat kunnu vit gera betri til komandi ráðstevnu?

  • Hvørji evni heldur tú hóska til ráðstevnuna, og sum tú vilt frætta meira um?

 

Her er ein opin innkalling til tín, at koma við hugskotum, ella rís og rós til komandi Vitan til varandi aling | VTVA ráðstevnur, soleiðis at vit tryggja okkum og tær eina áhaldandi góðsku, sum leggur lunnar undir einari nútímans ráðstevnu innan givnu karmarnar hjá alivinnuni í Føroyum.

Vit gleða okkum at frætta frá tær, og seta stóran prís uppá samstarvið millum luttakarar og fyriskiparar av ráðstevnuni.

P/F Firum

Við Áir 11
FO 430 Hvalvík
Telefon:    (+298) 47 47 47
T-post:      firum@firum.fo

V-tal:         328863
Bókhald:  bokhald@firum.fo

Tilmelding til VTVA 2026 ráðstevnuna byrjar seinni, og kunning um tilmelding verður umvegis okkara sosialu miðlar

© vtva.fo er ment og sniðgivið av Firum

bottom of page