Vitan til varandi aling | VTVA 2026
frí. 06. nov.
|Hotel Hilton Garden Inn
Vísindaliga ráðstevnan Vitan til varandi aling | VTVA 2026 verður á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn. Tað er Firum, sum skipar fyri ráðstevnuni, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna. Les meira um ráðstevnuna niðanfyri.


Tíð og staðseting
06. nov. 2026, 08:30 – 16:00
Hotel Hilton Garden Inn, 13 Staravegur, Tórshavn 100, Føroyar
Um ráðstevnuna
Vitan til varandi aling | VTVA 2026
Meira kunning um ráðstevnuskránna kemur leypandi.
Vísindaliga ráðstevnan Vitan til varandi aling | VTVA 2026 verður hildin á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn, fríggjadagin 6. november 2026.
Hetta er fimta ráðstevnan av sínum slag, ið Firum skipar fyri. Fyrrverandi ráðstevnur hava verið væleydnaðar og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum, so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.
Sí meira um ráðstevnuna, skránna, framløgur á degnum v.m. á heimasíðuni hjá Firum, trýst her
------------------------------------------
